Innanlands

Móðir og dóttir sleppa ikki at vera saman

Elsa Maria Dam Kongslíð, sum føddi Oliviu týsdagin, má liggja avbyrgd á intensivari deild

Olivia (Mynd av Facebook)

Olivia (Mynd av Facebook)

2020-08-20 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Týsdagin gjørdust Elsa Maria Dam Kongslíð og Erhard Pætursson Kongslíð foreldur til eina vælskapta dóttur, sum hevur fingið navnið Olivia.

Olivia kom til verðina við keisaraskurði á Landssjúkrahúsinum. Hóast Elsa Maria bert hevði gingið í 33 vikur, varð gjørt av at leggja Elsu Mariu undir keisaraskurð. Orsøkin var, at Elsa Maria hevði fingið korona smittuna og lá í intensivari viðgerð fyri covid-19.

Skurðurin gekk væl. Olivia vigaði um 2.300 gramm tá hon kom í verðina, og hevur tað gott saman við pápa sínum.

Elsa Maria og Olivia sleppa nevniliga ikki at vera saman so leingi mamman er koronasmittað og liggur á intensivari deild á sjúkrahúsinum.

Elsa Maria legði í gjárkvøldið hesa rørandi dagføringina út á Facebook, sum sera nógv fólk hava reagerað uppá:

 

Portalurin hevur fingið loyvi at deila dagføringina.

Elsa Maria Dam Kongslíð sigur við Portalin, at tað er neyðugt at leggja afturat hesi Facebook-dagføring, at tað ikki bert er koronasmittan, sum er orsøkin til, at hon nú er í teirri støðu, at hon ikki sleppur at vera saman við nýføddu dóttur síni.

Elsa Maria var sjúk áðrenn koronasmittan varð staðfest.

- Eg havi í longri tíð gingið við einum lungabruna, ið eg ikki slapp av við, vegna manglandi lungakapasitet og bara generella manglandi kroppsliga heilsu. So har eru fleiri faktorar, ið hava spælt inn, og hevði eg verið frísk og havt góða heilsu aðrenn, so hevði støðan sæð nakað øðrvísi út. Men soleiðis, sum mín kroppur hevði tað, so kláraði hann ikki meira mótstand tá corona rakti meg.

- Sjálvt um eg enn ikki sleppi at síggja Oliviu ella hava nakran form fyri kontakt við fólk, so havi eg tað longu nógv betri enn eg havi haft tað í meira enn ein mánaða og Olivia stórtrívist, sigur Elsa Maria Dam Kongslíð. 

placeholder
placeholder