![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Geopolitiskt hendir nógv í hesum árum. So nógv, at Danmark nú sær størri tørv á at vera til staðar á okkara leiðum, hernaðarliga eins væl og fregnartænastuliga.
Tað ásannaði danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, á tíðindafundi í Tinganesi í dag. Jeppe Kofod kom í gjár til Føroyar og hevur í dag hildið fund við starvsfelaga sín í Føroyum. Seinnapartin verður farið til Suðuroyar at vitja, og í morgin verður fundur við løgtingsins uttanlandsnevnd áðrenn danski ráðharrin vendir heimaftur.
Á tíðindafundinum varð komið inn á radaran, sum danski verjumálaráðharrin hevur ætlanir um at fáa settan upp á Sornfelli.
Hóast radarin ikki er málsøki hjá uttanríkisráðharranum, so segði Jeppe Kofod, at tað í dag er størri tørvur á at vera til staðar í Føroyum enn tá avgerð varð tikin um at niðurleggja Færøernes Kommando og minka um donsku hernaðarligu hjáveruna í Føroyum til trý umsitingarlig fólk, sum leiga sær skrivstovu hjá MRCC í gomlu Telegrafstøðini á Tinghúsvegnum.
- Áhugin fyri Arktis er stórur í hesum tíðum. Tað eru stórar tjóðir, sum bjóða seg fram, og tí er neyðugt hjá okkum at vísa nýggjan dynamikk í geopolitiska og trygdarpolitiska økinum. Men hetta skal gerast í samstarvi millum tær tríggjar tjóirnar í ríkisfelagsskapinum.
Bert talan um ein radara
Jeppe Kofod ynskti ikki at svara upp á spurningin, um ætlanin hjá Danmark nú er at økja hernaðarligu styrkina í Føroyum – tað verður eitt mál, sum Jenis av Rana tekur upp við Trine Bramsen, verjumálaráðkvinnu, segði Jeppe Kofod.
Jenis av Rana var skjótur at leggja afturat, at tað her einans er talan um at seta upp ein radara á Sornfelli.
- Talan er slett ikki um eina hernaðarliga dubbing í Føroyum, sló Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkismálum fast.
Málið um radaran verður tikið uppaftur á fundi millum Jenis av Rana og Trine Bramsen, uttanríkisráðkvinnu, verður í komandi viku.
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald