Innanlands

– Sjófólk á útlendskum skipum skulu ikki teljast saman við føroyskum tilburðum

Útlendsk sjófólk, ið fáa staðfest korona skulu framyvir bert teljast við, um tey koma í land í Føroyum, sigur landslæknin

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-03 16:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Framyvir skulu føroyingar, ið verða staðfestir smittaðir við korona, ikki skrásetast saman við útlendskum sjófólkum.

Hesum boðaði Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, frá í gjár, tá munnligir fyrispurningar vóru á skránni í tinginum.

Ætlanin hjá Landslæknanum er at hava tvær ymiskar skrásetingar, segði landsstýrismaðurin.

Les eisini: Jenis av Rana: Ætlanin er at hava tvær ymiskar skrásetingar

Lars Fodgaard Møller, landslækni váttar fyri Portalinum, at ætlanin er at skilja tølini at.

– Eftir ráðgeving frá Statens Serum Institut, fara vit nú at brúka ta mannagongdina, sum nógv onnur lond brúka, tá tey telja positivar royndir. Hetta merkir, at um manningin á einum skipi verður staðfest positiv, telur hon bert við, um hon kemur í land í Føroyum, sigur hann.

Sum dømi nevnir hann teir 29 sjómenninar umborð á russiska trolaranum Yantarnyy, sum fingu staðfest smittuna eftir kanning 23. august. Tveir teirra komu í land og vórðu innlagdir, og sambært nýggju mannagongdini høvdu bert teir báðir verið skrásettir saman við føroysku tilburðunum og ikki hinir 27.

Nýggja mannagongdin verður brúkt framyvir, men tølini verða ikki broytt við afturvirkandi kraft, sigur Lars Fodgaard Møller.

– Eg nevni í frágreiðingini til Statens Serum Institut, hvat smittutalið á einum skipi er, umframt, hvørjum flaggi skipið siglir undir, so tey kunnu bera tølini víðari til altjóða skrásetingina, sigur hann.

Dagførd kl. 16.41

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder