Innanlands

“Niðrandi og ótespiligar orðingar” á lista í umferð á Glasi

Næmingar verða nevndir við navni á lista, sum í dag hevur verið í umferð millum lærlingar og næmingar á Glasi. Rektarin er skelkaður, og málið verður latið løgregluni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-04 23:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Í dag hevur ein listi verið í umferð millum lærlingar og næmingar, har mett verður um, hvørjir flokkar, næmingar, lærlingar og starvsfólk - við navni - eru “lekkrast”. Harafturat eru viðmerkingar, sum fara út um øll mørk og alla anstendigheit.

Tað skrivar Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi í boðum til tey, sum hava sína dagligu gongd á skúlanum, fyrr í kvøld.

Talan er um sonevnda “Straffbarlistan”, sum er farin í umferð. Sum skilst er hetta ein siðvenja á skúlanum, men at tað í ár er farið út um mark.

Í boðunum, sum rektarin hevur sent til lærlingar, lesandi og starvsfólk á Glasi, stendur, at málið verður latið løgregluni, sum skal meta um, í hvønn mun talan er um lógarbrot.

- Sjálvi fara vit, tá kanningarnar eru komnar meira áleiðis, at taka støðu til, hvørji stig skulu takast her á skúlanum - bæði viðvíkjandi avleiðingum fyri tey, sum hava gjørt- og spjatt henda lista, og í mun til hvussu vit forða fyri at slíkt hendir aftur, skrivar Steinbjørn Hardlei.

- Eg vóni, at listin ikki er í umferð og at vit megna at avmarka skaðan, hesin listin longu hevur gjørt. At spjaða innihaldið í listanum kann fáa álvarsligar avleiðingar, sigur rektarin, sum heitir á næmingarnar um ikki at spjaða “niðrandi og ótespiligu orðingarnar”, sum hann tekur til.

- Eg eri skelkaður av hesum tilburði og vil, persónliga og vegna skúlan, umbera teimum, sum eru nevnd í hesum ólukkulista. Hetta má og skal ikki henda aftur, skrivar Steinbjørn Hardlei.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder