Innanlands

Landssjúkrahúsið: Føðifyrireiking byrjar aftur

Tá koronasmittan aftur byrjaði at gera um seg í august varð virksemið á føðideildini ávirkað – Í september og november verða føðifyrireikingar tiknar uppaftur

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

2020-09-05 11:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

10. august boðaði Landssjúkrahúsið frá, at korona ávirkaði føðideildina. Ein av mongu avleiðinginum av hesum var, at eingin føðifyrireiking fór at verða fyribils.

Men í gjár varð boðað frá, at føðifyrireikingarnar verða tiknar uppaftur á Landssjúkrahúsinum í september og november.

Føðifyrireiking verður á Landssjúkrahúsinum týsdagin 15. september, týsdagin 22. september, mikudagin 11. november, og mikudagin 18. november.

Landssjúkrahúsið heitir á barnakonur um at fylgja við á heimasíðuni ella á Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum, tí broytingar kunnu koma fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder