Innanlands

Myndir: Yacht liggur í Nólsoyarfirði

Hon kom úr Íslandi í morgun og er ávegis til Noreg – Helst er hon komin at kroka, verður sagt av Tórshavnar Havn

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-09-06 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni liggur ein stórur stuttleikabátur – ein yacht – í Nólsoyarfirði.

Sambært Marine Traffic er talan um yachtina Calypso. Hon stendur at vera komin úr Reykjavík, og er hon steðgað her á veg til Bodø í Noregi.

Av Tórshavnar Havn verður sagt, at hon kom tá klokkan var umleið átta í morgun, men meira vita tey ikki.

– Hon hevur ikki verið í sambandi við okkum, hon er helst komin her at kroka fyri veður, verður sagt.

Yachtin er skrásett í Caymanoyggjunum.

Les eisini: J. K. Rowling í Nólsoyarfirði? (Hvat.fo)

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder