Innanlands

Fimm nýggir smittutilburðir

Talan er um fýra persónar, sum eru smittaðir innanlands og eru partur av somu smittuketu umframt ein tilburð, sum er staðfestur á flogvøllinum

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-09-15 11:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Fýra persónar eru smittaðir her í Føroyum. Hesir fýra persónarnir eru partur av einari og somu smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Harumframt varð ein tilburður staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu. Í tí førinum var talan um ein persón, sum ikki hevur bústað í Føroyum.

Teir fimm persónarnir eru avbyrgdir, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.

Tilsamans hava 428 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni.

Í alt 110.588 kanningar eru gjørdar.

placeholder
placeholder