Innanlands

Nýggi skúlin handaður Sunda kommunu

Væntandi kann skúlin takast í nýtslu um miðjan oktober

2020-09-15 12:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Mánadagin varð nýggi Skúlin við Streymin handaður Sunda kommunu. Talan er um størsta bygging nakrantíð í kommununi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.

Skúlin og nýggja ítróttarhøllin eru tilsamans 3.200 fermetrar til støddar. Saman við verandi byningum er nú rúm fyri øllum næmingum í kommununi.

Í nýggja skúlanum eru felagshølið, kantina, bókasavn, lærarastovur og 6 skúlastovur. Ítróttarhøllin, sum er nakað seinkað orsaka corona, verður handað kommununi innan ein mánaða.

Nú verður farið undir at flyta innbúgv inn og seta listina upp. Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu miðskeiðis í oktober mánaða í ár. 

Kommunan fegnast um, at kunna taka ímóti hesum megnar byggiavrikið sum sp/f Joen Petur Vang, byggimeistari hevur bygt. 

Samlaða verkætlanin liggur um 110 milliónir krónur. 

placeholder
placeholder