Innanlands

Borgarafundur í Nólsoy 30. september

Á skránni verður millum annað framløga um ferðavinnuætlanina fyri oynna og bústaðarbygging

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-09-16 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikukvøldið 30. september klokkan 19.30 verður borgarafundur í Nólsoy.

Á skránni verður millum annað framløga um ferðavinnuætlanina fyri oynna, sum arbeitt hevur verið við seinastu tvey árini. Eitt uppskot til ætlanina, sum er til hoyringar, kann lesast her.

Bústaðarbygging í Nólsoy verður eisini á skrá, og so verður greitt frá um brimverju og viðurskiftini á vøllinum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Nærri skrá og kunning um, hvar í bygdini fundurin verður hildin, kemur seinni.

placeholder
placeholder