Uttanlands

Fimm milliónir smittutilburðir skrásettir í India

Seinasta samdøgrið hevur India skrásett fleiri enn 90.000 smittutilburðir og 1.200 andlát

Ein kvinna verður kannað fyri korona í Mumbai, India (Mynd: EPA)

Ein kvinna verður kannað fyri korona í Mumbai, India (Mynd: EPA)

2020-09-16 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

India hevur nú skrásett fleiri enn fimm mió. tilburðir av koronasmittu. Tað hevur indiska heilsumálaráðið kunngjørt í morgun.

Seinasta samdøgrið hevur India skrásett 90.123 smittutilburðir.

Har skuldu ganga 167 dagar frá fyrsta tilburðinum, til India skrásetti eina mió. tilburðir. Bert 21 dagar seinni, var talið komið upp á tvær mió. Síðani gingu 29 dagar til talið var økt við enn einari mió, og fyri 11 døgum síðani, skrásetti India fýra mió.

Nú liggur talið á 5,02 mió.

Tað var fyrr í hesum mánaðinum, at India yvirhálaði Brasil sum tað landið, ið hevði skrásett flest tilburðir aftaná USA.

Í løtuni er tað India, sum skrásetir hægsta talið á nýggjum smittutilburðum. Í farnu viku varð nýtt met sett, tá India skrásetti 97.570 tilburðir í eitt samdøgur.

Sambært Ritzau kannar India uml. eina mió. fólk um dagin, men serfrøðingar vilja vera við, at hetta ikki er nóg mikið, og er veruliga talið á smittaðum helst nógv hægri.

India hevur skrásett 1.290 andlát seinasta samdøgrið, og er samlaða talið á andlátum, sum landið hevur skrásett í sambandi við koronasmittuni komið upp á 82.000.

Eisini hetta talið verður mett at vera nógv hægri, enn skrásetingin vísur. Nógv andlát í India verða ikki skrásett rætt, heldur ikki undir vanligum umstøðum.

Nærkast 30 mió. tilburðum

Í øllum heiminum eru 29,7 mió. tilburðir skrásettir, vísir uppgerð hjá Worldometers.info.

USA hevur skrásett flest – 6,7 mió., og á triðja plássi aftanfyri India liggur Brasil, sum hevur skrásett 4,3 mió. Russland er seinasta landið, sum hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir. Í løtuni liggur talið á 1,07 mió.

939.000 andlát eru skrásett. Tey flestu eru skrásett í USA og Brasil. India hevur triðhægsta talið á andlátum.

Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru 21,5 mió. staðfest frísk aftur, og eru 7,2 mió. smittað í løtuni. Tey flestu hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder