Mentan

Nýtt átak: Føroyar lesa

Átakið hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum – Hósmorgunin verður kunningarfundur á Landsbókasavninum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-16 10:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morginárini klokkan 9 skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri kunningarfundi á Landsbókasavninum um átakið Føroyar lesa.

Føroyar lesa er átak, sum hevur til endamáls at stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum. Nýggjar kanningar av lesivanum og málmenning millum børn og ung í Føroyum geva greiðar ábendingar um, at tørvur er á at varpa ljós á lesing í Føroyum, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Á kunningarfundinum fer Jenis av Rana, landsstýrismaður, at kunna um átakið.

Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, og Sissal M. Rasmussen, adjunktur og ph.d á Námsvísindadeildini, hava framløgu um nýggjar kanningar av lesivanum, sum lýsa og staðfesta týdningin av góðum lesivanum og grundleggjandi málmenning hjá børnum, har lesing hevur ein týðandi leiklut.

Harumframt fer Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, at siga nøkur orð um leiklutin hjá Kringvarpinum við støði í, at stóru stroymingtænasturnar gera, at enskt vinnur alt meira fram. Saman við broyttu miðlavanunum hevur hetta stórt árin á føroysku mentanina.

Aftaná verður høvi at skifta orð við stigtakararnar av verkætlanini. Eisini verður Kaffi og ein lættur biti at fáa.

Orsakað av koronusmittuni verða tey, sum ætla at taka lut, biðin um at boða frá luttøku áðrenn mikudagin 16. september kl. 16.00 á [email protected].

Kunningarfundurin verður eisini stroymaður, umvegis heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder