Mentan

Páll Finnur Páll við einum lagi afturat

Býurin Svevur eitur seinna lagið hjá Páll Finnur Páll í hesi syftu

Páll Oddur Rubeksen, ein av sangarunum í Páll Finnur Páll (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Páll Oddur Rubeksen, ein av sangarunum í Páll Finnur Páll (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-17 12:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í summar fóru teir seks limirinir í Páll Finnur Páll í summarhús á Sandi fyri at upptaka tvey nýggj løg. Fyrra lagið, ”Nær kemur tú heim”, var klárt fyri tveimum vikum síðani.

Í dag er seinna lagið liðugt og klárt at útgeva. Tað eitur ”Býurin Svevur” og verður í næstum lagt út á stroymingartænasturnar. Tað liggur tó longu á youtube og kann hoyrast her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Eisini hesaferð hava Páll Finnur Páll heitt á talentfullu Daniu O. Tausen at hjálpa við síni rødd. Theodor Kapnas hevur miksað. Páll Oddur Rubeksen hevur gjørt nýggja sangin, og syngur eisini fyri. Hinir limirnir í Páll Finnur Páll eru Finnur Koba, Páll G. Hammer, Høgni Fagraberg, Ísak Sambleben og Halgir W. Arge.

Páll Finnur Páll varð stovnaður í Hoydølum í 1999. Hesi 21 árini hevur bólkurin latið fimm útgávur og fimm stakløg úr hondum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder