Innanlands

Vivino hevur gagn av koronakreppuni

Handilin á netinum blómar, og tað merkist í heimsumfatandi fyritøkuni hjá Heina Zachariassen sær fram til møguliga at fáa avlop á roknskapinum í ár

2020-09-17 13:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Filmurin ”Disrupting Wine – The Life of an Entrepreneur” kann frá leygardegnum síggjast á portal.fo

- Tað er alt, sum bendir á, at umsetningurin hjá okkum kemur at tvífaldast í ár, so vit rokna við, at úrslitið verður gott.

Tað sigur Heini Zachariassen, stovnari og stjóri í Vivino, sum er ein fyritøka ið selur og vegleiðir um vín á netinum og umvegis appina Vivino.

Sambært honum hevur koronakreppan havt ógvuliga jaliga ávirkan á fyritøkuna.

- Tað er tí, at fólk sita heima og velja og ráðføra seg um vín á netinum ístaðin fyri at fara út í handlarnar. Og tí er sølan vaksin nógv meira og skjótari, enn vit roknaðu við, sigur Heini Zachariassen.

Hann roknar eisini við, at Vivino kemur út við einum roknskapi, sum antin javnvigar ella hevur eitt avlop.

[object Object]Heini Zachariassen avmyndaður á eini vínmessu í sambandi við upptøkurnar til filmin "Disrupting Wine - Lívið hjá einum íverkseta"

Og hetta er óvanligt, tí tíggju ára gamla fyritøkan, Vivino, er ikki ein fyritøka, ið hevur givið avkast enn. Ístaðin hevur hon verið merkt av stórari menning og vøkstri og eisini stórum áhuga hjá peningasterkum fólkum, grunnum og fyritøkum at seta pengar í fyritøkuna.

- Vit koma møguliga upp á ’break-even’ í ár. Kanska enntá eitt avlop, sigur Heini Zachariassen, men vísir á, at hetta ikki er fremsta málið. Orsøkin til góðu roknskapartølini skulu eisini síggjast í koronastøðuni.

- Íløguhugurin er ikki tann sami í hesum tíðum, og tí er roknskapurin merktur av hvussu nógv vit koma at investera í víðari vøkstur, tá samanum kemur, sigur Heini Zachariassen.

Í hesi vikuni kom fram, at Heini Zachariassen er innstillaður til Investor Allstars-virðislønina ”Entrepreneur of the Year 2020”:
Les: Heini Zachariassen í uppskoti til stóra altjóða heiðursløn 

Leygardagin verður møguleiki hjá brúkarum á Portalinum, sum eru stødd í Føroyum, at síggja nýggja filmin, "Disrupting Wine - Lívið hjá einum Íverkseta", ið júst er gjørdur um Heina Zachariassen og fyritøku hansara:
Les: Hann órógvaði vínheimin – men eisini familjuna   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder