Uttanlands

–Svøríki gjørdi tað rætta

Hóast Svøríki hevur skrásett nógv fleiri andlát enn nakað annað norðurland, er lagaliga koronastrategiin hjá Svøríki tann rætta, heldur svenski statssmittuserfrøðingurin, Anders Tegnell

Anders Teknell (Mynd: EPA)

Anders Teknell (Mynd: EPA)

2020-09-20 14:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Svøríki hevur skrásett munandi fleiri andlát í sambandi við korona enn nakað annað norðurland, so er svenski statssmittuserfrøðingurin, Anders Tegnell, sannførdur um, at Svøríki valdi ta røttu strategiina.

Lagaliga strategiin uttan afturlatingar av skúlum, landamørkum og vinnulívi og uttan tilmæli um maskur, er tann rætta, sigur hann í samrøðu við Politiken, tá hann verður spurdur, um hann enn er sannførdur um, at Svøríki valdi rætt, eftir eitt hálvt ár við smittu.

Hann sigur seg ikki taka undir við strategiini hjá eitt nú Danmark, sum lat skúlar, landamørk og fyritøkur aftur fyri at basa smittuni. Hetta hevði Svøríki ikki kunnað gjørt, sigur hann.

Hann vísir á, at Svøríki er sloppið undan avleiðingunum av strongum tiltøkum. Tær avleiðingarnar eigur mann at hava í huga.

Sambært nýggjastu tølunum hjá svensku heilsumyndugleikunum hevur Svøríki skrásett 5.865 andlát. Tað talið er níggju ferðir hægri enn tað danska, sum er tað næsthægsta í Norðurlondum. Danmark hevur skrásett 635 andlát.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder