placeholder

Familja í Havn smittað

Børn teirra ganga á Glasi, einum fólkaskúla og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2020-09-20 18:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landslæknin hevur í dag staðfest, at ein familja í Havn er vorðin smittað við Covid19, skrivar Heilsumálaráðið á heimasíðuni í kvøld.

Børn teirra ganga á Glasi, einum fólkaskúla og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu.

Tá ið Landslæknin ikki enn er greiður yvir, hvaðani smittan stavar, og um hon spjatt seg, hevur ein bólkur undir Mentamálaráðum í dag gjørt ta niðurstøðu, at allir næmingar á Glasi, fýra flokkar í fólkaskúlanum og teirra lærarar og børnini og starvsfólk í barnagarðinum eiga at verða kannað fyri koronasmittu í dag, sunnudag, og so aftur mikudagin.

Øll tey kannaðu eiga at vera við hús, til onnur kanningin mikudagin er negativ, ljóðar úr Heilsumálaráðnum.

Nærri boð koma frá stovnunum beinleiðis til teirra, sum skulu koma til kanningar.

Talan er um Glasir, Skúlan á Fløtum og barnagarðin á Norðasta Horn.

Dagføring 18:47: Fyrr í kvøld endurgóvu vit útvarpið um at Glasir, Skúlin á Fløtum og barnagarðurin á Norðasta Horni ikki lata upp í morgin. Hetta er ikki rætt, upplýsir Løgmansskrivstovan í kvøld. Á Glasi er eingin undirvísing í morgin, men á Skúlanum á Fløtum er talan um fýra flokkar, sum eru ávirkaðir av hesum, og í barnagarðinum á Norðasta Horni eru starvsfólk sum skulu kannast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder