Uttanlands

Biden: Vit eiga at virða seinasta ynskið hjá Ruth Bader Ginsburg

Nýggi hægstarættardómarin eigur at verða valdur av vinnaranum av komandi forsetavalinum, tí veljarar eiga at verða hoyrdir, sigur demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden

Joe Biden, forsetavalevnið hjá demokratunum (Mynd: EPA)

Joe Biden, forsetavalevnið hjá demokratunum (Mynd: EPA)

2020-09-21 08:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt áðrenn hon andaðist segði hægstarættardómarin Ruth Bader Ginsburg, sála, við ommudóttir sína, at tað var hennara brennandi ynski, at eftirmaður hennara skuldi veljast eftir forsetavalið 3. november.

Tað er eitt ynski, sum mann eigur at virða, sigur demokratiska forsetavalevnið Joe Biden sambært Ritzau.

– Veljarar í hesum landinum eiga at verða hoyrdir, segði hann, tá hann helt røðu sunnukvøldið.

Hóast tað var seinasta ynskið tá Ruth Bader Ginsburg, at hennara eftirmaður skuldi veljast av vinnaranum av forsetavalinum, so ætlar bæði Donald Trump og leiðarin fyri republikanska meirilutan í senatinum, Mitch McConnel at fáa hetta avgreitt sum skjótast.

Tá ein hægstærættardómari skal veljast, er tað sitandi forsetin, sum skal peika á eitt valevni. Síðani skal viðkomandi góðkennast av senatinum.

Republikanarar hava í løtuni meirilutan í senatinum. Teir hava 53 av 100 sessum, og er talan sostatt ikki um ein stóran meiriluta.

Tveir republikanskir senatorar, Lisa Murkowski og Susan Collins hava longu sagt, tey halda tað vera rætt at bíða til eftir valið. Um tveir aðrir senatorar hjá republikanska flokkinum nokta at góðkenna eitt valevni hjá Trump, verður torført hjá honum at fáa tað ígjøgnum.

Demokratar hava víst á, at Mitch McConnel noktaði at taka tilnevningina av Merrick Garland upp í 2016, tá Barack Obama var í sínum seinasta ári sum forseti.

Grundgevingin tá var, at hann bert hevði tíggju mánaðir eftir í Hvítu Húsunum, og átti komandi forsetin tí at peika á nýggjan hægstarættardómara. Nú fáar vikur eru til forsetavalið, eigur sama meginreglan at vera galdandi, halda demokratar.

Níggju dómarar sita í amerikanska hægstarættinum, og Trump hevur longu tilnevnt tveir konservativar dómarar – Neil Gorsuch og Brett Kavanaugh.

Ein nýggj veljarakanning, sum Ipsos hevur gjørt fyri tíðindastovuna Reuters, visir, at 62 prosent av amerikanarum eisini halda, at vinnarin av komandi forsetavalinum skal sleppa at velja eftirmannin hjá Ginsburg.

Donald Trump segði um vikuskiftið, at hann ætlar at peika á ein nýggjan hægstarættardómara í vikuni, og ætlar hann sær at peika á eina kvinnu.

Sambært Joe Biden snýr tað seg fyri Trump um vald, og eiga veljarar ikki at finna seg í slíka valdsmisnýtslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder