Innanlands

Fara at byggja íbúðir á Eiði

Talan er um 6-8 íbúðir á Kolshjøllum, sum verða klárar at taka í nýtslu í 2022

2020-09-21 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið 17. september skrivaðu Sp/f Búð og Eiðis kommuna undir sáttmála um keyp av lendi til íbúðarbygging. Talan verður um 6-8 ibúðir á Kolshjøllum (gamla kampingøkinum), sum verða klárar at taka í nýtslu í 2022.

Sp/f Búð eigur verkætlanina, møguleiki er tó fyri at verkætlanin verður gjørd í samstarvi við Bústaðir, skrivar Eiðis kommuna í tíðindaskrivi.

Tað var 25. juni, at freistin fór, at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði. Tilsamans komu tvey tilboð inn til bygdaráðið, sum mælti einmælt til at skriva undir sáttmála við Sp/f Búð.

– Tað hevur tikið nakað av tíð at fáa sáttmálan endaliga upp á pláss, men hesin er nú undirskrivaður. Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, sigur kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder