Innanlands

Erla Kongsdóttir skal royndarsiglast í komandi viku

Nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni um at vera liðugt

(Mynd: GS Marine)

(Mynd: GS Marine)

2020-09-23 12:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, sum norska bátasmiðjan GS Marine byggir fyri Strandfarasskip Landsins, er nú komin so mikið áleiðis, at hon er komin út úr høllini, har hon er bygd.

Skipið tók nærum alt plássið inni í høllini hjá GS Marine í lítlu bygdini Haugsbygd á Gurksøya miðskeiðis millum Bergen og Tróndheim.

Nú er bara eftir at seta aksilin í og fáa skrúvu undir tríkiljuna, og radara og aðra tøkniútgerð omaná, so er klárt at fara undir royndarsiglingarnar.

Erla Kongsdóttir verðurroyndarsigld í Noregi komandi vikurnar, skrivar Strandferðslan á netinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder