Innanlands

Nú kunnu tínir kertustubbar endurnýtast

Lat Amnesty tínar kertustubbar og ver við til at hjálpa okkum at gera endurnýtt Amnestyljós. Eitt ljós sum birtir vón. Talan er um samstarv millum Amnesty og Dugna:

2020-09-23 15:02 Author image
Innsent
placeholder

Í mong ár hevur Amnesty selt kertuljós í desember mánaði og eggja fólki at tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember. Hetta fyri at minnast øll tey, hvørs rættindi framvegis eru skerd. Og ljósið birtir samstundis eina vón.

Í ár eru vit farin í samstarv við um at framleiða og selja endurnýtt kertuljós. Í hesum sambandi fara vit undir átak at savna inn kertustubbar. Hartil, stuðla handlarnir hjá Á og FK verkætlanini og fara at seta frámerkt íløt fram í handlunum, har ein kann lata sínir kertustubbar.

Tað hevði glett okkum, um tú hevði hetta í huga og lat okkum tínir kertustubbar til endurnýtslu, antin við at lata inn í Á og FK handlunum kring landið ella hjá Dugna.

Vit gleða okkum at bjóða tykkum vøkur endurnýtt kertuljós. Ljósasølan kring landið verður fyrsta vikuskiftið í desember mánaði.


Dugni og Amnesty International Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder