Innanlands

Trongisvágsbotnur aftur ruddaður

Í gjár var tyrlan hjá donsku sjóverjuni og hjálpti við at flyta ruskið

2020-09-23 15:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga so friðaligi Trongisvágsbotnur, var í gjár karmur um lívligt virksemi. Var onkur í námind so sást tyrlan hjá donsku sjóverjuni sveima yvir vakra landslagnum. 

Orsøkin til at Seahawk-tyrlan var í Trongisvágsbotni var, at hon skuldi hjálpa við at rudda og flyta rusk, ið leingi hevur verið ein trupulleiki har.

Upprunaætlanin var at flúgva ruskið til Trongisvágs, men flogskiparin metti at sýnið var ov vánaligt í gjáramorgun. Ruskið bleiv tískil, í tveimum umførum, flutt til Fámjins. Borgarstjóran í Fámjin, Jóanis Lisberg, hevði gjørt hendan møguleikan tøkan, skrivar Tvøroyrar kommuna.

Tað er Otto Gram, ið hevur verið drívmegin aftanfyri átakið. Á tvk.fo greiðir hann millum annað frá, at heilt stóra takið varð tikið í 2017, tá 18 tons av ruski vóru ruddaði, og at hann síðani hevur staðið fyri at rudda meira. 

Otto hevur sett seg í samband við Tvøroyrar kommunu, ið so tók upp samband við Arktisk Kommando, fyri at vita um tað var ein møguleiki at fáa hjálp frá tyrlu teirra, og í gjár gjørdist hetta veruleiki.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder