Uttanlands

Labour liggur á odda í veljarakanning

Hetta er fyrstu ferð, andstøðuflokkurin liggur frammanfyri stjórnarflokkinum, síðan Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri

55 prosent halda, at Keir Starmer, leiðari í Labour, hevði verið ein góður forsætisráðharri (Mynd: EPA)

55 prosent halda, at Keir Starmer, leiðari í Labour, hevði verið ein góður forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2020-09-27 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nýggjari veljarakanning hjá miðlinum The Observer liggur bretski andstøðuflokkurin Labour trý prosentstig frammanfyri konservativa stjórnarflokkinum.

Sambært bretska sunnudagsblaðnum er hetta fyrstu ferð, síðan Boris Johnson tók við sum forsætisráðharri, at Labour liggur frammanfyri í eini veljarakanning.

Í mars var konservativi flokkurin 26 prosentstig frammanfyri Labour, og nú, eitt hálvt ár seinni, er Labour frammanfyri.

Sambært nýggju veljarakanningini stuðla 42 prosent av veljarunum Labour, meðan 39 prosent stuðla stjórnarflokkinum, skrivar The Guardian.

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, hevur seinasta hálva árið verið fyri nógvum atfinningum, serliga orsakað av hansara handfaring av koronafarsóttini, sum hevur rakt Stórabretland hart.

Veljarakanningin hjá The Observer vísti eisini, at 55 prosent halda, at Keir Starmer, sum varð valdur til floksleiðara í Labour, eftir at Jeremy Corbyn legði frá sær, hevði verið ein góður forsætisráðharri. 40 prosent halda, at Labour kann skipa stjórn næstu ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder