Innanlands

Borgarafundurin í Nólsoy útsettur

Fundurin, sum skuldi vera mikukvøldið 30. september er útsettur til seinni í ár – Orsøkin er korona

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-09-28 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Borgarafundurin, sum skuldi vera í Nólsoy mikukvøldið klokkan 19.30 er fluttur til seinni í ár orsakað av korona, boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni í dag.

Á fundinum skuldi m.a. vera framløga um ferðavinnuætlanina fyri Nólsoynna og bústaðarbygging í oynni.

Kommunan kunngerð í næstum, nær útsetti fundurin verður hildin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder