placeholder
Uttanlands

Lægsta økingin í tvær vikur

392 smittutilburðir eru skrásettir í Danmark seinasta samdøgrið – Talið á nýggjum tilburðum minkar, men enn er ov tíðliga at siga nakað um gongdina, sigur danski heilsumálaráðharrin

Danski Heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Mynd: EPA)

Danski Heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke (Mynd: EPA)

2020-09-29 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittan er í danska samfelagnum, og talan er ikki bert um nøkur fá útbrot, segði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke á tíðindafundi seinnapartin.

Seinasta samdøgrið eru 392 smittutilburðir skrásettir í Danmark, upplýsir Statens Serum Institut. Talan er um lægsta talið í tvær vikur. Talið hevur eisini verið í minking, síðan fleiri enn 600 tilburðir vórðu skrásettir bæði fríggjadagin og leygardagin.

Hóast talið er í minking, er talið á smittaðum framvegis fýra ferðir so høgt sum tað var fyrst í september, skrivar Jyllands-Posten.

Sambært Magnus Heunicke, er kontakttalið í Danmark nú niðri á 1,1, men enn er ov tíðliga at siga, um mann hevur vent kurvuni, sigur danski heilsumálaráðharrin.

Enn verða smittufyribyrgjandi tiltøkini, sum eru sett í verk, ikki herd, men tað kann gerast neyðugt, um talið fer at økjast aftur, varð sagt á tíðindafundinum.

Danmark hevur nú skrásett tilsamans 27.464 smittutilburðir. 7.144 eru smittað í løtuni, vísir uppgerð frá Statens Serum Institut.

Seinasta samdøgrið er eitt andlát skrásett í sambandi við koronasmittuni, og er samlaða talið nú 650.

16 fólk eru eisini innløgd seinasta samdøgrið, og eru tilsamans 107 innløgd í løtuni, harav 15 á intensivari deild og níggju í respiratori. Tilsamans hava 3.206 fólk verið innløgd við korona í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder