Innanlands

Hósdagin skulu ferðafólk gjalda fyri koronakanningar

Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum varð einmælt samtykt í tinginum í dag – Lógin er galdandi frá 1. oktober til 1. januar

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-29 17:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú skulu ferðafólk sjálvi gjalda fyri at verða kannað fyri korona við komu til Føroya.

Í dag varð uppskotið hjá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum um tíðaravmarkað avgjald á ferðandi einmælt samtykt í løgtinginum.

Øll 26 tingfólk í salinum atkvøddu fyri.

Gjaldið, sum ferðafólkini koma at gjalda fyri kanningarnar er 312 krónur sambært Kringvarpinum.

Lógin kemur í gildi hósdagin 1. oktober, og fer hon úr gildi aftur 1. januar næsta ár. Hon er galdandi fyri øll ferðafólk yvir 12 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder