Uttanlands

Trump og Biden bresta saman í sjónvarpskjaki

Í nátt klokkan tvey føroyska tíð verður fyrsta sjónvarpskjakið. Trump og Biden skulu sannføra veljaran um, hvør av teimum skal vera forseti

2020-09-29 23:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tann 3. november verður tað avgjørt um Donald Trump sleppur at vera búgvandi í Hvítu húsunum í Washington ella um demokraturin Joe Biden sleppur at yvirtaka sessin og valdið.

Fyrsta sjónvarpskjak millum forsetavalevnini verður í nátt klokkan tvey føroyska tíð. Tað verður í býnum Cleveland í Ohio, har kjakast verður um alt frá handfaringini av koronavirusinum og amerikanska búskapin til tilnevningina hjá Donald Trump av hægstarættardómara.

[object Object]Gera klárt til kjakið (Mynd: EPA)

Chris Wallace, sum er vertur á sjónvarpsrásini Fox News, fer at stjórna kjakinum.

Fleiri sjónvarpsrásir senda kjakið. Millum annað Danmarks Radio á heimasíðuni dr.dk.

[object Object]Sjónvarpskjakið í nátt verður í Cleveland í Ohio (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder