Í dag byrja trý starvsfólk í nýggjum størvum á kostfakliga økinum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni. Talan er um ein deildarleiðara fyri køkarnar í Heilsu- og umsorganartænastuni og um tveir kostframleiðsluleiðarar.
Camilla Bonde Holmegaard Hansen er sett sum deildarleiðari, Rakul Oddmarsdóttir Berg er kostframleiðsluleiðari á Boðanesheiminum, og Birgit Øssursdóttir Nielsen er kostframleiðsluleiðari á Lágargarði.
Leiðslan í Heilsu-og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu fegnast um, at komið er á mál við nýggja leiðslubygnaðinum á kostfakliga økinum, sum arbeitt hevur verið við í longri tíð.
Við hesum vænta vit at fáa eina meira samanhangandi, javna og dygdargóða tænastu til borgaran, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald