Uttanlands

Sera sjáldsamt at nýføðingar smittast av mammuni

Amerikansk gransking vísir, at tað er lítið sannlíkt av barnakonur við koronavirus smitta nýføðingin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-14 09:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um tað verður ansað eftir, so er sera lítil vandi fyri, at nýføðingar verða smittaðir við korona av mammum, ið hava virussið.

Tað skrivar Columbia University við støði í nýggjari gransking, skrivar tíðarritið Jama Pediatrics.

Granskarar hava fylgt 101 nýføðingum frá tveimum sjúkrahúsum í USA frá 13. mars til 24. apríl.

Bert tvey av børnunum fingu koronavirus í tíðarskeiðinum meðan kanningin fór fram. Hetta hóast tey flestu av børnunum vóru í sama rúmi sum koronasmittaðu møður teirra.

Børnini vórðu løgd í verjandi vøggur knappar tveir metrar frá mammunum.

Harumframt fingu mammurnar kunnandi tilfar um, hvussu tær kundu hava samband við barnið og geva tí bróst uttan at smitta barnið.

Ein av granskarunum, Cynthia Gyamfi-Bannerman, vísir á, at tað er ikki neyðugt at forða mammuni í at hava samband við barnið ta fyrstu tíðina.

- Okkara úrslit eigur at sannføra komandi mammur við covid-19 um, at vanlig smittuatlit undir og eftir føðingina – so sum at bera munnbind og halda vanligt bróst- og hondreinføri tá ein heldur nýføðing at brósti – verjir nýføðingarnar í okkara kanning, sigur hon í einum tíðindaskrivi.

Granskarin heldur, at tað er av týdningi, at smittaðar mammur geva bróst.

- Móðurmjólk kann verja nýføðingar móti fleiri ymsum patogenum (sjúkuelvandi verum, red.), og hon kann kanska eisini vera við til at verja barninum móti virusinum, sigurCynthia Gyamfi-Bannerman og vísir á, at tað í flestu førum onki koronavirus er í móðurmjólk, men andevni harafturímóti.

Mammurnar við korona í kanningini lógu allar í einarúmum. Starvsfólkini á sjúkrahúsunum royndu so vítt gjørligt at halda fjarstøðu og vóru í munnbindi.

Óvist er, hvussu tey bæði børnini, sum vórðu positiv í kanningini, vórðu smittað. Hesi børnini vístu ongi sjúkutekin, skrivar Ritzau. 

placeholder
placeholder