Innanlands

17 ára gamal koyrdi ávirkaður í stolnum bili

Í Havn varð ein 17 ára gamal tikin fyri at koyra í einum bili, sum hann hevði tikið frá einum vinmanni, og í Suðuroynni er ein ungur førari eisini skuldsettur fyri at koyra ein stolnan bil

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-10-17 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um middagsleitið í gjár varð ein ungur bilførari steðgaður av løgregluni í Havn.

Illgruni var um, at førarin koyrdi ávirkaður, og hetta varð eisini prógvað, tá hann hevði blást í alkometrið.

Blóðroynd er nú tikin av føraranum, sum eisini vísti seg bert at vera 17 ára gamal, og hevði hann sostatt ikki loyvi at koyra. Bilin hevði hann tikið frá einum vinmanni.

Sostatt er hann skuldsettur fýri rúsdrekkakoyring, fyri at koyra uttan koyrikort og fyri at hava stolið bilin, sigur løgreglan.

Um somu tíð var eitt líknandi mál í Suðuroynni.

Ein bileigari ringdi til løgregluna at boða frá, at onkur hevði stolið bilin hjá honum, sum hevði staðið uttanfyri við lyklunum í.

Bilurin varð seinni funnin í Øravík, har onkur hevði koyrt hann útav.

Eftir at hava kannað málið og gjørt fleiri avhoyringar, hevur ein ungur persónur játtað seg sekan í málinum. Viðkomandi er eisini undir 18 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder