Mentan

Ókeypis endurskinsvestar á kunningarstovuni í Havn

Tórshavnar kommuna bjóðar ókeypis endurskinsvestar í sambandi við, at 2020 er sukkluár hjá kommununi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-17 13:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú dagarnir styttast við jøvnum tøkum, bjóðar Tórshavnar kommuna ókeypis endurskinsvestar at nýta í ferðsluni.

Vestarnir, ið fáast bæði til vaksin og børn í skúlaaldri, hóska seg væl at brúka til gongu-, renni- og súkklutúrar, og eru teir við til at gera børn og vaksin sjónligari í ferðsluni hesa myrku tíðina, skrivar kommunan á heimasíðuna.

Vestarnir fáast í Kunningarstovuni í Steinatúni, tá opið er (9-17 gerandisdagar og 10-16 leygardagar).

Átakið er partur av Súkkluárinum 2020 hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder
placeholder