Innanlands

Heildarætlan fyri Karlamagnusarbreyt løgd fram mánakvøldið

Heildarætlanin byggir á talgildu borgaraluttøkuna herfyri, har 223 svar komu inn

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-17 18:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kunningarfundur um heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt verður í Skúlanum við Løgmannabreyt mánakvøldið 19. oktober klokkan 19. Hesum boðar Tórshavnar kommuna frá á heimasíðuni.

Heildarætlanin fyri Karlamagnusarbreyt byggir á talgildu borgaraluttøkuna, sum var herfyri. Tá komu 233 svar inn. Av hesum vóru 70 svar frá borgarum við Karlamagnusarbreyt, 127 svar frá borgarum í grannalagnum og 70 svar frá øðrum borgarum.

Greitt er, at størstu trupulleikarnir eru hesir:

  • Vantandi parkering,
  • Gøtu- og gonguleiðir
  • Vegurin Karlamagnusarbreyt og ferðsla
  • Vantandi fríðkaði øki til trivnað.

Øll, sum ætla sær á fundin, skulu melda seg til her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder