Uttanlands

Bað næmingar peika á læraran

Skúlin nærindis París, har hálshøgdi lærarin arbeiddi, hevði fingið fleiri hóttanir, eftir at hann brúkti Muhammed tekningarnar í sambandi við undirvísing um talufrælsi

Blómur vórðu lagdar frammanfyri skúlan, har lærarin arbeiddi, og fleiri hava víst samhuga og stuðul við skeltum, ið bera orðini

Blómur vórðu lagdar frammanfyri skúlan, har lærarin arbeiddi, og fleiri hava víst samhuga og stuðul við skeltum, ið bera orðini "Eg eri lærari" (Mynd: Ritzau)

2020-10-17 17:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

18 ára gamli maðurin, sum drap ein søgulærara í einum býi nærindis franska høvuðsstaðnum París bað næmingar á skúlanum, har lærarin arbeiddi um at peika á læraran, segði franski ákærin, Jean-Francois Ricard á tíðindafundi.

Les eisini: Frakland: Lærari hálshøgdur fyri at brúka Muhammed tekningar til undirvísing

Lærarin, 47 ára gamli Samuel Paty undirvísti í søgu og landafrøði, og hann skapti øsing millum foreldur at muslimskum næmingum, tá han brúkti Muhammed tekningar sum partur av undirvísingini um talufrælsi. At avmynda profetin verður av muslimum roknað sum blasfemi.

Skúlin hevði fingið fleiri hóttanir, áðrenn hendingina, sum fór fram seinnapartin í gjár.

Drápsmaðurin legði mynd út av hálshøgda læraranum á sosiala miðilin Twitter saman við boðunum um, at hann hevði dripið læraran. Myndin varð seinni funnin á telefonini hjá 18 ára gamla manninum, sum sjálvur lat lív, eftir at løgreglan skeyt hann.

Maðurin var skrásettur sum flóttafólk í Fraklandi. Hann var av kekenskum uppruna men var føddur í Russlandi.

Níggju fólk vórðu afturhildin í málinum, m.o. foreldur at einum næmingi á skúlanum, har lærarin arbeiddi. Upplýst verður, sambært Ritzau, at ein av teimum handtiknu hevði eina hálvsystir, sum var limur í IS.

placeholder
placeholder