Innanlands

Tvey starvsfólk umborð á Norrønu fingið staðfest korona

11 av manningini eru nú í sóttarhaldi, men hetta ávirkar ikki siglingina – Øll manningin verður kannað í morgun og aftur hósdagin

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-19 10:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Korona er staðfest umborð á Norrønu. Tað frætti Dimmalætting frá Smyril Line í gjárkvøldið.

Norrøna kom á Havnina úr Hirtshals í morgun, og har verður hon verðandi eina góða løtu. Øll manningin umborð skal nevniliga kannast, og Norrøna siglir ikki víðari, fyrr enn úrslitið fyriliggur, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line við Dimmalætting.

Tað eru tvey starvsfólk umborð á Norrønu, sum hava fingið staðfest korona. Hesi bæði komu umborð í Hirtshals leygardagin.

Bogi Petersen, skipari á Norrønu sigur við Útvarpið at starvsfólk brúka masku, tá tey eru í sambandi við ferðafólk, og er tað tí lítið sannlíkt, at starvsfólkini hava smittað nakað ferðafólk.

Manningin verður kannað í morgun og aftur hósdagin. 11 av manningini eru farin í sóttarhald, men hetta ávirkar ikki siglingina hjá Norrønu, tí tey fáa eyka fólk inn, sigur Bogi Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder