Innanlands

Eldur í húsum í Nólsoy

Maðurin sum eigur húsini er komin út í øllum góðum – Løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið eru áveg til Nólsoyar

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-19 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan 12.16 varð boðað frá, at eldur var í einum húsum í Nólsoy.

Tórshavnar Sløkkilið, sjúkrabilur og løgreglan eru á veg til Nólsoyar nú.

Maðurin, sum eigur húsini er komin út í øllum góðum, men meira veit løgreglan ikki í løtuni, skrivar Føroya Politi á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder