Uttanlands

Nú hava 40 milliónir fingið staðfest covid-19

USA, India og Brasil hava skrásett hægsta talið á tilburðum og andlátum – 1,1 millión eru deyð við smittuni, og níggju milliónir eru smittað í løtuni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-19 17:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á staðfestum covid-19 tilburðum í heiminum er nú farið uppum 40 mió.

USA, India og Brasil eru tey londini, ið hava skrásett flest smittutilburðir.

USA hevur skrásett omanfyri átta mió. tilburðir, meðan India og Brasil hava skrásett ávikavíst 7,6 og 5,2 mió. tilburðir.

Hesi trý londini hava eisini skrásett hægsta talið á andlátum í sambandi við smittuni. USA hevur sambært Worldometers.info skrásett 124.000 andlát, Brasil hevur skrásett 153.000, og India 114.000.

Eingi onnur lond hava skrásett omanfyri 100.000 andlát, men eisini Russland hevur skrásett omanfyri eina mió. tilburðir – 1,4 mió.

Í Argentina, Spania og Kolumbia liggur talið á skrásettum tilburðum tó omanfyri 950.000.

Samlaða talið á andlátum er 1,1 mió.

Av teimum, sum hava fingið staðfest smittuna, eru fleiri enn 30 mió. staðfest frísk aftur, og eru níggju mió. sostatt smittað í løtuni. Tey flestu hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder