Innanlands

Grindin úr Bø er nú mitt úti í Norðuratlantshavi

Grindin er væl vestan fyri Miðatlantsryggin. Talan er um eina leið, har eingin mekt grind hevur verið áður

Mynd: hav.fo

Mynd: hav.fo

2020-10-19 21:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

6. juni varð ein grind merkt í Bø. Í eina tíð hevur hon ferðast eystan fyri Miðatlantsryggin. Nú hevur grindin flutt seg vestur og suður yvir, og er nú mitt úti í Norðuratlantshavi, við somu fjarstøðu til Asorurnar sum til Kappan.

Hetta skrivar heimasíðan hjá Havstovuni.

Grindin er væl vestan fyri Miðatlantsryggin, á eini leið eingin mekt grind hevur verið áður, og nærmasti banki er nú Flemish Kap.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder