Á middegi lat nýtt hotell upp í høvuðsstaðnum. Talan er um Hilton Garden Inn Faroe Islands á Staravegnum.
Hilton hotellið hevur 130 nýmótans kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði og hitarúm og venjingarhøli. Á hotellinum er tráðleyst netsamband, og øll kømur hava sjónvarp, køliskáp, arbeiðsborð, kaffi og te hentleikar við meira.
Almenn móttøka verður ikki í fyrsta umfari orsakað av korona, men verður seinni tá umstøðurnar loyva tí.
Jens Kristian Vang, fotografur, var framvið fyrr í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald