Innanlands

Sum at koma í himmalin

Blaðið Vikuskifti: Frøin yvir fáa ein styttan arbeiðsdag er eyðsýnd hjá nøkrum av teimum, sum í nógv ár hava koyrt í millum Skálafjørðin og høvuðsstaðin.

Karl Vang, Hansina Magnussen og Sverri Justinussen (Mynd: Sverri Egholm)

Karl Vang, Hansina Magnussen og Sverri Justinussen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-25 08:29 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Serliga íbúgvarnir á Skálafjørðinum eru fegnir um at fáa eitt styttri samband við Havnina. Serliga tey, ið arbeiða í høvuðsstaðnum, og sum antin sita í bili ella bussi einar tveir-tríggjar tímar um dagin, fyri at kunna røkja starvið í Havn.

- Tað verður fantastiskt, ja, næstan sum at koma í himmalin, sigur Hansina Magnussen, ið býr á Toftum.

Sverri Justinussen á Glyvrum og Karl Vang á Toftum gleða seg eisini til nýggja vegasambandið.

- Eg vóni, at Strandferðslan fer at leggja ferðaætlanina soleiðis til rættis, at bussarnir meira ella minni koyra í pendulfart um morgunin, tá fólk skulu til arbeiðis, og aftur seinnapartin tá tey fáa frí, sigur Karl Vang.

Les alla greinina í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder