Innanlands

28 menn og 11 kvinnur bjóða seg fram í Runavíkar kommunu

Átta valevni hava bjóðað seg fram til Elduvíkarnevndina og Funningsnevndina

Runavík (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Runavík (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-10-25 19:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Runavíkar kommunu eru 39 valevni, sum bjóða seg fram at umboða Runavíkar kommunu komandi fýra árini – 28 menn og 11 kvinnur.

Hesi eru býtt á fýra listar.

Á Lista A eru fýra kvinnur og 11 menn. Bæði Listi B og Listi C hava fimm menn og tvær kvinnur, og Listi D hevur tríggjar kvinnur og sjey menn.

Eisini eru tveir valevnislistar til ávikavíst Elduvíkarnevndina og Funningsnevndina. Fimm valevni bjóða seg fram til Elduvíkarnevndina, og trý til Funningsnevndina.

Allir valevnislistar hjá Runavíkar kommunu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder