Innanlands

Verkfallið rakar læknavaktina

Frá fríggjadegnum fara sjúkrarøktafrøðingarnir á kommunulæknavaktini á Landssjúkrahúsinum í verkfall

2020-10-28 17:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar boða í dag frá nýggjum herðingum av verkfallinum.

Frá klokkan 16 fríggjadagin verður eisini lýst við verkfalli fyri sjúkrarøktarfrøðingar í kommunulæknavaktini  á  Landssjúkrahúsinum.

Sambært Marjusi Dam, formanni í kommunulæknafelagnum, fær hetta stórar fylgjur fyri tænastuna hjá læknavaktini.

Einsamallur lækni megnar ikki at taka allar uppringingarnar, og tí fer hetta at elva til nógv størri trýst á skaðastovurnar, og at fólk fara at ringja 1-1-2, sum ikki fáa samband við læknavaktina, segði Marjus Dam við útvarpið hjá Kringvarpinum seinnapartin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder