Innanlands

Minningarhald teirra sjálátnu í Norðdepli

Minningarhaldið byrjar sunnudagin kl. 15 við minnisvarðan – Osvald Sivertsen heldur røðu

2020-10-30 20:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunnudagin 1. november verður minningarhald teirra sjálátnu við minnisvarðan í Norðdepli.

Minningarhaldið byrjar kl. 15.00 við at Ingrid Petersen, borgarstjóri bjóðar vælkomin. Síðani verður felagssangur áðrenn Osvald Sivertsen heldur røðu.

Síðani leggur borgarstjórin krans vegna bygdaráðið.

Haldið endar við felagssangi. Aftaná eru øll hjartaliga vælkomin til drekkamunn í skúlanum á Fossánesi.

Hvannasunds kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder