Mentan

Sýna seyð í Vestmanna í morgin

Seyðasýning verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga í morgin á middegi

2020-10-30 14:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmenningar skipa í morgin fyri seyðasýning. Hon verður í seyðahúsinum hjá Fjalshaga á middegi.

Virðisløn verður latið fyri bestu veðrargjólingar, Besta haga, besti vetur gamli veðrur og fyri besta eldra veðr.

Tað verða menn úr Kollafirði og á av Skálafjørðinum, sum fara at sýna seyðin.

Suppa og kaffi verður afturvið meðan sýningin er, siga fyriskipararnir.

Í Vestmanna hava tey skipað fyri seyðasýning síðani 2006.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder