Innanlands

Áminning frá Tórshavnar kommunu: Minnist til at brúka masku í bussinum

Ein persónur, sum kemur uttanlands frá kann verða staðfestur negativur við komu, brúka bussleiðina hvønn dag fram til sætta dag og síðani verða staðfestur positivur, sigur kommunan, sum ger vart við, at bussførarar hava heimild at nokta fólki atgongd, um tey ikki eru í masku

2020-10-30 21:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittutrýstið í okkara grannalondum er stórt í løtuni, og øll smitta, sum er staðfest í Føroyum í seinastuni er komin til Føroya uttanlands frá.

Tórshavnar kommuna heitir í hesum sambandi enn einaferð á borgarar um at minnast til at brúka masku, tá tey brúka Bussleiðina.

– Tað er eyðsýnt, at fólk kunnu koma til Føroya, verða testað negativ, men eru positiv, tá tey verða testað á sætta degi. Ein tílíkur persónur kann hava brúkt Bussleiðina hvønn dag fram til og við sætta dag - og hava smittað onnur, um ikki øll fyrilit eru tikin.

Eisini ger kommunan vart við, at bussførarar hava heimild at nokta teimum atgongd, sum ikki brúka masku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder