Innanlands

Kókitilmælið stendur við

Hóast vatnið varð klorað fyrradagin, vórðu bakteriur aftur staðfestar á Argjavegi í morgun, sigur Tórshavnar kommuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-30 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur heitt verið á borgarar í parti av Argjum og vesturbýnum um at kóka drekkivatnið, av tí at bakteriur vórðu staðfestar í vatninum.

Fyrradagin varð vatnið klorað, og í gjár boðaði Tórshavnar kommuna frá, at eingin bakteria varð staðfest í vatninum. Tó varð heitt á fólk um at kóka vatnið í ein dag afturat, til úrslitið av nýggjastu royndunum varð klárt.

Í dag boðar Tórshavnar kommuna frá, at hóast vatnið varð klorað, eru bakteriur aftur staðfestar í vatninum. Tí stendur kókitilmælið við, og hildið verður á at leita eftir orsøkini til dálkingina.

– Í dag verður rørleiðingin í Dr. Dahls gøtu og út eftir Argjavegi skolað, og síðani verða royndir tiknar. Gerst tað neyðugt, verður vatnið aftur kloraðmánadagin. Kókitilmælið stendur tí við, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder