Innanlands

Koronakanningar við landamørkini árið út

Heilsumálaráðið hevur longt avtalurnar við Thetis og Smyril Line. Nú skal í mesta mun kannast einkultvís

2020-10-30 17:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farsóttarnevndin hevur longt tíðarskeiðið, har øll sum koma til Føroya skulu lata seg kanna fyri COVID-19.

Hetta merkir at tað verður álagt øllum at lata seg kanna við komu til Føroya fram til 31. desember í ár.

Heilsumálaráðið hevur endurnýggjað avtalurnar við kanningarstovuna Thetis og Smyril Line, sum taka sær av kanningunum í Hirtshals og á flogvøllinum í Vágum.

Í hesum sambandi hevur Heilsumálaráðið endurnýggjað avtalurnar við Spf. Thetis og Smyril Line. Báðar avtalurnar vórðu undirskrivaðar av pørtunum fyrr í dag.

Fyrr í vikuni kom fram, at Thetis gjørdi greinaði í bólkum upp á seks potingar. Í nýggju avtaluni stendur at greiningarnar skuku gerast einkultvís, men at í serligum støðum kunnu analysurnar bólkagreinast. Í hesum støðum skal Sjúkrahúsverkið hava frágreiðing um hví hetta er neyðugt.

Landið rindar 312 krónur uttan meirvirðisgjalf fyri hvørja koronakanning, sum verður gjørd.

Samstarvssáttmáli millum Heilsumálaráðið og Spf. Thetis (Pdf)

Samstarvssáttmáli millum Heilsumálaráðið og Smyril Line (Pdf)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder