Uttanlands

Vinnarin av amerikanska forsetavalinum kann verða funnin í kvøld

Joe Biden manglar seks valmenn fyri at koma á mál, og teir kann hann finna í statinum Nevada, har hann í løtuni er á odda

Verður tað Joe Biden ella Donald Trump, sum fer av stað við sigrinum?

Verður tað Joe Biden ella Donald Trump, sum fer av stað við sigrinum?

2020-11-05 17:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært AP hevur demokratiska valevnið Joe Biden í løtuni 264 valmenn, meðan republikanski forsetin, Donald Trump, hevur 214.

Fyri at vinna valið krevst 270 valmenn, og manglar Joe Biden sostatt bert seks valmenn.

Enn eru fimm statir, sum ikki eru avgjørdir enn: Nevada, Georgia, North Carolina, Pennsylvania, og Alaska.

Sambært TV2 verður tað helst ikki leingi, áðrenn vit vita, hvør vinnarin er.

Biden er í løtuni á odda í Nevada, har 87 prosent av atkvøðunum eru taldar upp. Í Nevada eru seks valmenn, og við teimum kann Biden røkka teir 270, sum skulu til fyri at vinna.

Sambært nýggjastu tølunum hevur Biden í løtuni 49,5 prosent av atkvøðunum í Nevada, meðan Trump hevur 48,5 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder