placeholder
Innanlands

Føroyar og USA skriva undir avtalu í dag

Carla Sands, sendikvinna til Danmarkar, og ein av amerikansku varauttanríkisráðharrunum koma til Føroya at skriva undir

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Carla Sands er í Føroyum. Her vitjar hon Vinnuhúsið og er avmyndað saman við Boga Jacobsen og Niels Winther (Savnsmynd)

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Carla Sands er í Føroyum. Her vitjar hon Vinnuhúsið og er avmyndað saman við Boga Jacobsen og Niels Winther (Savnsmynd)

2020-11-12 08:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fara Føroyar og Sambandsríkið Amerika at skriva undir eina partalagsyvirlýsing.

Partalagsyvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm, til tess at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving, skrivar heimasíðan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Á fundi í Keypmannahavn í juli millum amerikanska uttanríkisráðharran, Mike Pompeo, og Jenis av Rana, landsstýrismann við uttanríkismálum, tók Pompeo væl ímóti føroyska ynskinum um at gera eina yvirlýsing landanna millum. Á tíðindafundi seinni sama dag boðaði uttanríkisráðharrin frá, at amerikanska stjórnin og landsstýrið vóru komin ásamt um at undirskriva eina partalagsyvirlýsing.

Fyri Føroyar undirritar Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanríkis- og mentamálum, og fyri USA undirritar Michael J. Murphy, varauttanríkisundirráðharri.

- Føroyar hava í fleiri ár virkað fyri at styrkja samstarvið við USA. Partalagsyvirlýsingin er eitt týdningarmikið fet á hesi leiðini at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking og útbúgving,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, við heimasíðuna hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og leggur afturat:

- Tað er umráðandi fyri Føroyar at styrkja sambondini til USA, nú broytingartíðir eru á heimspallinum, eisini her í Norðurhøvum og Arktis. Føroyar skulu sum útgangsstøði hava góð viðurskifti við øll lond. USA er eitt fólkaræði við somu kjarnuvirðum um rættartrygd, talufrælsi og mannarættindi sum Føroyar, og ein garantur fyri trygdini um okkara leiðir. USA er tí ein samstarvspartur, sum Føroyar natúrliga eiga at raðfesta høgt.

Við í amerikanska ferðalagnum verður eisini amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Carla Sands.

Undir vitjanini skal amerikanska ferðalagið eisini vitja í Eysturoyartunnilinum, hjá Bakkafrosti og umborð á nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra.

Sjálv undirritanin verður fyri innbodnum í Norðurlandahúsinum seinnapartin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder