Annfinn Brekkstein skeyt á býráðsfundi í Tórshavnar kommunu fyri løtu síðaini Heðin Mortensen upp at blíva borgarstjóri í kommununi.
Atkvøtt varð um hetta, og allir kommunustýrislimirnir atkvøddu fyri.
Sostatt verður tað Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum, sum á nýggjárinum tekur yvir á Vaglinum eftir at Annika Olsen úr Fólkaflokkinum seinastu fýra árini hevur havt ræðið.
Annfinn Brekkstein er varaborgarstjóri.
Sí myndirnar frá býráðsfundinum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald