Innanlands

Jóhan Eli: - Tolsemi gongur bara annan vegin

Video: Orðið tolsemi er blivið misbrúkt í okkara samfelag, segði Ruth Vang, sum tók undir við Jóhan Eli Poulsen undir orðaskiftinum í gjár

2020-11-18 19:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

(Upptøka: Tingvarpið)

- Hetta tolsemið frá tolsemistunum, gongur bara ein veg.

Tað segði Jóhan Eli Poulsen, tingmaður fyri Fólkaflokkinum, undir viðgerðini av uppskotinum um at javnstilla rættin hjá samkyndum foreldrum um barsilspening, seinnapartin í gjár.

Hann helt tað vera sera harmiligt.

- Um eg sigi mína erligu meining her í dag, so møti eg ongum tolsemi. Hvørki millum tey tolsomu tingfólkini, og eiheldur millum teir tolsomu miðlarnar. So tolsemmi er sanniliga nakað, sum tíverri bara gongur annan vegin, segði Jóhan Eli Poulsen.

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, tók undir við Jóhan Eli. Vit skulu øll hava rætt at vera her, heldur hon.

- Eg eri púra samd við Jóhan Eli Poulsen. Orðið tolsemi er blivið misbrúkt í okkara samfelag. Og eg eri púra samd í, at tað øgiliga ofta bara vendir ein veg.

- Eg haldi tað vera umráðandi at vit viðurkenna, at vit øll hava rætt at vera her, segði Ruth Vang.

Alt orðaskiftið kann hoyrast á logting.fo her

placeholder
placeholder