Innanlands

Jacob Vestergaard fekk øði í Henrik Old á tingi

Video: - Tað líkist ongum at landsstýrisfólk leggja eftir tingfólki, helt Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-11-19 11:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Eg havi ikki verið úti fyri, at landsstýrisfólk soleiðis leypa á tingfólk av tingsins røðarapalli. Men tað er hent fleiri ferðir á hesum tingfundi. Tað líkist ongum, og tað haldi eg, at formansskapurin skal taka upp.

Soleiðis segði Høgni Hoydal á løgtingi í gjár.

Hann hevði júst fingið orðið til at seta Jacob Vestergaard ein munnligan fyrispurning, men formaður Tjóðveldis valdi at brúka fyrsta part av talutíð síni til at tala at tí, ið var farið fram beint frammanundan.

Tá hevði Jacob Vestergaard svarað einum spurningi frá Henrik Old. Suðuroyartingmaðurin ynskti at fáa at vita frá landsstýrismanninum við fiskivinnumálum, um hann var sinnaður at geva føroysku djúpvatnstrolarunum, sum hava tungan rakstur í løtuni, part av kvotuni í Barentshavinum, nú tað frættist, at ætlanir eru um at hækka botnfiskakvotuna har munandi í 2021.

Jacob Vestergaard svaraði, at ongin avgerð er tikin enn, og at hansara meining er, at tey skip, ið røkja hesar leiðir, skulu varðveita allan rættin har, eisini í góðum tíðum, tí eftir góðar tíðir koma ringar tíðir.

Kjakið helt síðan fram, sum tað plagar, og eftir at tingfólk hava havt høvi at geva ítt íkast, verður orðið givið aftur til spyrjara og svarara tvær ferðir.

Jacob Vestergaard nýtti høvið í sínum seinasta innleggi at fortelja hvat hann helt um Henrik Old, sum hvørja ferð hann sat í andstøðu vildi geva lemmatrolarunum kvotu í Barentshavinum, meðan hann onki gjørdi við málið í samgongu.

- Eg havi somu meining í andstøðu sum í samgongu, endaði Jacob Vestergaard sína røðu við.

Hetta tyktist at fáa øði í Henrik Old, sum vildi sleppa at viðmerkja, men tað fekk hann ikki høvi til frá Bjørt Samuelsen, sum sat í formansstólinum.

Í staðin nýtti Høgni Hoydal, sum hevði fingið orðið til at seta næsta spurning, høvið til at tala at.

Orðadrátturin sæst í klippinum yvir greinini.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder