placeholder
Innanlands

74 krónur eftir á kontuni

- Eitt er ikki at sleppa at spæla, annað er at fáa tað fíggjarliga at hanga saman, og tað er ikki lætt í hesum tíðum, staðfestir Kim Hansen, sangari og tónleikari

Kim Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Kim Hansen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-11-21 10:55 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Saman við ferðavinnuni er tað uttan iva undirhaldsvinnan – herundir tónleikavinnan – sum hevur tað eina harðast undir koronakreppuni.

- Eg kann ikki svara fyri øll, hvussu støðan er í tónleikavinnuni. Tað góða er, at rættiliga nógv fólk í Føroyum spæla tónleik aftan á arbeiðstíð og hava tað sum hugna, eins og summi spæla fótbólt ella fara út í okkara vøkru náttúru við einari sleingitráðu at fiska. Hjá okkum sum liva av tónleiki, og tað eru meira enn nøkur fá í
dag, hava vit tað ikki serliga gott í hesum døgum. Tónleikavinnan er jú meira enn tónleikarin sjálvur. Har eru umframt konsertstøð og fyriskiparar, eitt nú fyritøkur sum leiga út backline, ið er ljóðútgerð, ljósútgerð og ljóðføri. Hesar fyritøkur munnu eisini skríða í skræðuni, rokni eg við.

Soleiðis greiðir væl umtókti fulltíðartónleikari igjøgnum nógv ár, Kim Hansen, frá, um støðuna undir koronakreppuni.

- Eg livi av at spæla tónleik, og seinast eg hugdi, átti eg 74 krónur eftir á kontuni. Eg vænti sostatt ikki, at eg eri so væl umtóktur hjá mínum kundaráðgeva og bankanum yvirhøvur, tekur hann sjálvspeiskliga til, tá vit spyrja hann um fíggjarliga standin hjá sær í løtuni.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her -  nýggja blaðið hjá Portalinum, og sum kemur út hvønn leygarmorgun klokkan 7.

[object Object]

placeholder
placeholder